Royndarhúsið

Bygdarhúsið í vanligari talu, Royndarhúsið, liggur mitt í bygdini við útsýni eystur í hav, fótbóltsvøllin og hægsta stað í oynni, Eggjarklettur.

Húsið er í tveimum hæddum. Í niðari hædd er ein salur við palli, ið er væl egnaður til smærri tiltøk so sum fyrilestrar og konsertir dans. Har eru eisini tvey WC og tvær brúsur. Í ovari hæddini er matarhøll við vælútgjørdum køki. Har er borðbúnaður til 100 fólk.

Húsið hevur 30 skúmmadrassur, ið møguleiki er at lána um gistast skal í húsinum. Um fólk hava undirlag við sær, er eisini pláss til fleiri sovandi gestir. Tað er umráðandi at avtalað verður gjørd um madrassurnar áðrenn komu.

Eitt tónleika anlegg (PA)er til taks. Um tit ynskja PA, skal avtala gerast áðrenn komu.

Húsið er góðkent til 100 fólk.
Um áhugi er at brúka húsið at vera í, gista ella hava tiltøk, eru tit vælkomin at seta seg í samband við Royndarhúsið Kunningarstovuna, tel. +298 526070 ella mail anja@visitnolsoy.fo

 

Vælkomin at deila