Kom til Nólsoyar og spinn tín egna tráð á lítlastrá í Vevstovuni í Nólsoy. Ullin er vistfrøðilig, lanolini er varðveitt í ullini, ið er av seyði, ið hevur gingið á Borðuni.
Verkstovan har tú hoyrir um og arbeiðir við okkara serstøku føroysku ull varðar 3 tímar. Hon verður hildin 8. mai og 19. juni, frá kl. 13.30 til 16.30. Kostnaðurin er 450 kr. fyri hvønn og pláss er fyri 6 fólkum.
Einglaverksmiðja
Á einglaverkstovuni í Vevstovuni í Nólsoy, er møguligt at gera einglar úr ull, vomb og horni av seyði, ið hevur gingið á Borðuni. Eisini brúka vit nev av ymiskum fuglum, gamlar knappar og bøkur.
Verkstovan varðar í 1. tíma og verður 29. mai og 21. augsust, kl. 14 til 15 og kl.15.30 til 16.30. Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn.
Tá eg arbeiði í Vevstovuni, eru tit hjartaliga vælkomin inn á gólvið at síggja og hoyra um vevnað og verkstaði.
Tit kunnu seta tykkum í samband við Vevstovuna á tel. 527002, ella Kunningarstovuna í Nólsoy.
Vit eru eisini at finna á Facebook sum Vevstovan í Nólsoy.