Drunnhvítin

Drunnhvítin (Hydrobates pelagicus) er ein lítil svartur sjófuglur, ið livir nærum alt lív sítt á víðum havi og bert kemur á land í bútíðini.

Eitt av heimsins størstu drunnhvítabølum er at finna í Nólsoy mett til 100.000 pør. Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy
Summi meta, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti til sum har.

Drunnhvítin er sera tevsamur, og hjálpir tað honum at finna føðsluna og um náttina reiðrið, tá ið hann kemur inn aftur av havi.
Fólk koma úr øllum heiminum til Nólsoyar at uppliva hesar fuglar, sum bert síggjast um náttina.

 

X