Flaggstongin

Norðari oddi á Nólsoynni kallast Stongin. Navnið sipar til stongina, sum við eini tunnu í toppinum, tænti sum viti. Her á norðara parti av oynni – 74 metrar yvir havinum – var vitin bygdur í 1849 sum innsiglingarviti til Havnina. Í dag stendur framvegis tann stóra, klingruta grótlaðingin, sum helt stongini uppi. Árstalið 1849 er høgt inn í ein stein á síðuni út móti havinum.

Úr bókini hjá Steffen Stumann Hansen
“På vandring i Nólsoys fortid.”

X