Húsini við Brunn

Brunnhúsini eru bygd í seinnu helvt av 1600-talinum.Upprunaliga vórðu tey smíðað úr rekaviði, men eystari partur av húsinum er úr einum stokki úr pommerskari furu, keypt á uppboði eftir tað sokallaða „Saksunar-skipið“, ið fórst í Saksun í 1828.
At Brunnahúsini hava verið valahús í bygdini fyrr í tíðini sæst, tí tá vitjan kom í bygdina av fólki, sum kanska vóru av tí “betra slagnum”, varð ofta farið við Brunn at biðja um hús, og var tað altíð leyst og liðugt. Tá var gingið um dyrnar í ovaru hæddini, og boðið varð inn í bestu stovu.
Brunnhúsini hava eina ørgrynnu av fornlutum, sum allir hava sína søgu, bæði um lívið í Nólsoy og úti í heimi í gomlum døgum. Av sonnum eina vitjan vert.
Tað er Nólsoyar Forminnisfelag við Onnu Juul Thomsen, sum vara av Húsunum við Brunn.

Meira fæst at vit um húsini við Brunn her: http://www.jenskjeld.info/FO

Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuna/Visit Nólsoy á tlf. +298 527060 – ella far á vitjan við frásøgufólki hvønn dag kl. 15.00/3PM. Kom bara inn á Kunningarstovuna.

X