Borðan

Á Borðuni eru tveir vitar. Tann minni, sum stendur á Borðutanga, sæst úr Havn. Tann størri vitin, sum var bygdur í 1893, stendur á Tumbanum. Hesin viti er ein av heimsins sterkastu vitum, og ljósglæman frá honum sæst langt eystur í hav. Á tumbanum er eisini ein lon, har vitapassararnir og familjur teirra búðu. Undir øðrum veraldarkríggi vóru enskir hermenn á Borðuni, og tað síggjast enn leivdir av fleiri bygningum, sum teir bygdu.

Úr bókini hjá Steffen Stumann Hansen
“På vandring i Nólsoys fortid.”

X