Heimavirkið

Heimavirkis felagið varð stovnað í 2007 av nólsoyingum, í samband við at ferðavinnan í bygdini bleiv endurstovnað. Alt virksemi í felagnum verður gjørt av sjálvbodnum. Hesi seinastu árini er virksemi nógv økt, og í dag eru tað fólk runt landið, sum eru knýtt at bygdini, ið virka lutir til Heimavirkið. Vit leggja stóran dent á, at hava eitt breitt úrval av dygdargóðum vørum, til ein sámiligan prís.

Vit hava eitt stórt og fjølbroytt úrval av vørum, ið kann broytast frá viku til viku, tí er ein vitjan á Heimavirkunum altíð áhugaverd.

Heimavirkið er opið frá 1. juni til 31. august.

Opið er soleiðis: Mánadag til fríggjadag kl. 14 til 17 og leygardag kl. 11-14

Uttanfyri upplatingartíðina er møguligt at ringja á tel. 217002

Tað ber til at síggja brellbitar á facebook síðuni hjá Nólsoyar Heimavirki

 

 

X