Húsini uppi á Eið

 

 

 

Á Eiðinum eru fleiri úthús. Húsini eru úr malargróti, og stava frá Malarenda, har strondin er í dag. Úthúsini vóru upprunaliga nýtt til at turka fisk og grind, og seinni í tíðini vóru tey nýtt sum hoyggjhús. Tey flestu húsini eru í dag friðað. Húsini standa við tromina til havið eystanfyri. Havið máar her javnt og samt, og tí eru húsini hótt. Økið var fyrr almenningur, eitt øki til øll at nýta.

Úr bókini hjá Steffen Stumann Hansen
“På vandring i Nólsoys fortid.”

X