Jens-Kjeld Jensen er fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur, sum er sjálvlærdur. Hann er rithøvundur og hevur útgivið fleiri bøkur um djóralívið og fuglalívið í Føroyum. Í mai 2015 varð hann tilnevndur heiðursdoktari av Fróðskaparsetri Føroya. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970. Hann býr í Nólsoy saman við unnustu síni, Maritu Gulklett. Hann tekst við ymiskum náttúrutengdum virksemi.
Kendastur er hann helst sum fuglaútstappari, men harumframt er hann serfrøðingur í føroyskum fuglum og skordýrum, og eisini hevur hann stóran áhuga í plantum. Í Nólsoyar bygd hevur hann eisini ein garð við ymiskum føroyskum pílasløgum. Hann hevur funnið fleiri nýggj djórasløg, nýggj sløg av skordýrum og lúsum. Hann hevur nógv samband við bæði føroyingar og útlendingar. Í 2012 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Mentanaravrik. Í 2020 fekk hann umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum.
Set teg í samband við Jens Kjeld við at ringja +298 327064 ella á jenskjeld.info.