Skúlin í Nólsoy varð bygdur í 1970. Seinastu árini er bygt uppí, bjálvað og ventilatiónsskipan er sett upp.
Her eru – afturat lærarastovu og skrivstovu – 2 vanligar skúlastovur og ein serstova, ið eisini verður nýtt til forskúla, smíðstova, køkur, tónleikarúm og bókasavn. Fimleikahøll er eisini og skúlagarðurin er í stødd til hondbóltsvøll.
Viðurskiftini eru góð við atliti at rørslutarnaðum. Hurðarnar omanfyri eru el-stýrdar og á wc’inum til rørslutarnað er eisini brúsa. Fer ein koyristólur inn omanfyri, er eingin gátt, ið forðar brúkara at sleppa til ymsu rúmini í skúlanum. Tíanverri er atkomumøguleikin til smíðstovuna tó ikki gjørd við atliti at koyristóli.
Skúlaárið 2019/2020 gingu 13 næmingar í Nólsoyar skúla í forskúla til 7. árgangi. Árgangirnar eru býttir í 3 bólkar, forskúli, yngri bólkur (1.-3. fl.) og eldri bólkur (4. – 7. fl.). Lærararnir eru 3 í talið.