Lundi (Fratercula arctica) er sjófuglur, ið heldur til fram við strondini í Norðuratlandshavi.
Í Føroyum eru eini 550.000 pør av føroyskum lunda. Føroyski lundin er 26-29 cm til longdar, og longdin á veingjunum er tilsamans 47-65 cm, og hann vigar o.u. 400 g, hevur eitt sera eyðkent nev reytt, gult og blátt, hann etur (sild, lodnu, smolt o.s.f.), æti og høgguslokk. Eingin veit rættiliga at siga, hvussu gamlir teir verða, men tann elsti sæddi var o.u. 68 ára gamalur.
Lundin verpur um hálvan mai. Hann grevur sær eina holu so mikið djúpa, at armurin á einum manni ikki røkkur á botn, ella finnur hann eitt hol undir einum steini ella millum klettar.