Kirkjan

Andreas Djurhuus táverandi Føroya próstur, vígdi Nólsoyar kirkju, 2. august 1863. Kirkjuna á Tanganum, sum Hans A. Djurhuus skald so vakurt nevnir hana í yrkingini við sama navni.

Tann hvítmálaða Nólsoyar kirkja, stendur dygst niðri við sjóvarmálan. Á Kirkjutanganum, ið staðið eitur.

Tað menn vita um, hava allar kirkjur í Nólsoy undan hesari staðið á Kirkjutanganum. Tó sigur søgnin, at í katólskari tíð skuldi eitt bønhús standa í Eyggjagerði, hóast eingin farvegur er eftir tí har, ella nakar kann ávísa, hvar tað hevur staðið. Heldur ikki er nakar grevstur aðrastaðni í Nólsoy enn í gamla kirkjugarðinum á Kirkjutanganum.

Thomas Tarnovius sigur í bók síni í 1669, at Suðurstreymoyar prestur umframt Havnar, Kirkjubøar og Kaldbaks kirkjur eisini røkir kallið við Nólsoyar kirkju. Eisini Lucas Debes nevnir Nólsoyar kirkju í 1673 og so Kommissionsbetænkningen  1709 –1710.

Í hesum nevndu bókum sæst, at í Nólsoy er kirkja í miðari 17. øld, men einki um, hvussu gamlar kirkjurnar eru.

Kemur ein inn í Nólsoyar kirkju, so verður ein skjótt varigur við, at kirkjan er í góðum hondum. Hon er prýðilig og væl umsitin av bygdarfólkinum. Hon er sanniliga ein halgidómur, ið bygdin tekur lógvatak um og er errin og góð við.

Brot úr grein hjá Egon Hansen

 

 

Vælkomin at deila