Látrið er ein nýmótans arkitektteknaður dagstovnur í Nólsoy, sum lat upp í mai 2006. Her er vítt til veggja og høgt til loftið, bæði innan- og uttandura.
Í garðinum er náttúru- og vakstrarøki og vanligt spælipláss. Vit liggja mitt í náttúruperluni Nólsoy og brúka bygdina og oynna sum spæli- og upplivingarpláss.
1. september 2009 bleiv Látrið broytt frá dagstovnur til barna- og ungdómshús við virksemi fyri børn og ung millum 0-18 ár. Í løtuni nýta umleið 35 børn og ung húsið dagliga.
Látrið og Nólsoyar skúli samstarva um forskúla.
Vit leggja dent á ríku tónleikamentanina í Nólsoy. Vit hava eitt væl útgjørt tónleikarúm við ymiskum ljóðførum, har børn og ung kunnu venja ymisk ljóðføri hvør sær ella saman. Tey framføra bæði sum einstaklingar og í tónleikabólkinum hjá Látrinum, “Bólaband”.
Vit arbeiða við søgu og mentan bæði afturlítandi og við staðbundnu søguni í nútíðarsamfelagnum. Á heysti 2019 og fram til várið 2020 gjørdu Látrið og Nólsoyar skúli filmin “Nólsoy, sæð gjøgnum barnsins eyga”, ið millum annað er ætlaður til ferðavinnuna.
Vit leggja dent á, at børnini og tey ungu læra at hagreiða ymiskt úr náttúruni.
Ungdómshúsið er opið frá týs til fríggjadag kl. 19 til 22, og eru flokkar/bólkar við ungum frá 13 ár vælkomin at vitja okkum, tá tit eru á seturskúla í Nólsoy
Heimasíðan hjá Látrinum liggur á torshavn.fo.