September, 2021

18SepAllan daginHeystfagnaður í NólsoyBólkur:Concert

Um tiltak

Leygardagin 18. september verður spennandi dagur í Nólsoy

 Frá kl. 11.00 – 15.00 verður alt møguligt gott føroyskt, heimagjørt, burðardygt, ræst, fekst, sylta og mangt annað til sølu í neystunum heima á keiini, saman við barnatiltøkum og filmi, sum verður vístur í kunningarstovuni.

Lokalir tónleikarir spæla frá kl. 13.00 í teltinum.

Skrá:

Kl. 9.00 – 15.00 Matvørubúðin er opin

Kl. 11.00 – 15.00 Heimavirkið er opið í Avhaldshúsinum

Kl. 11.00 – 15.00 Spinna tráð við Guðrun Sundar Hansen í Petersens Pakkhúsi (gomlu kunningarstovuni) Kr. 100,-/tíma fyri hvønn, avmarka pláss.

Kl. 11.00 Sølubásarnir í neystunum lata upp og selja so leingi vøra er

Kl. 11.30 Maud og Fríðrik slakta og hagreiða flogfena á keiini

Erla Kongsdóttir siglir eykatúrar kr. 40,-/persón:

kl. 10.45 úr Havn og kl. 11.15 úr Nólsoy

kl. 13.30 úr Havn og kl. 14.00 úr Nólsoy

kl. 14.30 úr Havn og kl. 15.00 úr Nólsoy

Annars siglir Ternan sum vanligt.

Gevið gætur! Havið reiðan pening við 😉

Nólsoyarnevndin

Nær

Allan dagin (Leygardag)

Hvar

Nólsoy