Ove Joensen

Ove gjørdist kendur víða um tá hann kysti lítlu havfrúnna hin 11 august 1986 á Langelinje í Keypmannahavn, eftir einsamallur at hava ró í 41 samdøgur úr Nólsoy.

Árini 1984 og 85 eydnaðist honum at rógva allan vegin til Hetlands í royndina at sleppa til Danmarkar.

Ove er føddur 3. Dec. 1948 í Havn og doyði 26 nov. 1987.

Og Ove var so nógv annað enn “bara” maðurin sum róði til Danmarkar. Hann var ævintýrari og vitjaði í nógvum londum kring knøttin. M.a. var hann eitt tíðarskeið vinmaður við navnframa Forbes, sum vit m.a. kenna frá Forbes Magazine.

Í Nólsoy er Ovastevna hvørt ár í august, fyri at heiðra um Ova Joensen.

Í Nólsoy ber til at vitja Ovasavnið har báturin hjá Ova er. Fá onkran at siga tær alla søguna um Ova og vitja savnið, við at seta teg í samband við Kunningarstovuna anja@visitnolsoy.fo ella tlf. +298 527060
Tú kanst eisini ognað tær bókina um Ova.

X