Uncategorized @fo

Heystfagnaður leygardagin 18. september 2021

HEYSTFAGNAÐUR Í NÓLSOY Leygardagin 18. september verður spennandi dagur í Nólsoy.  Frá kl. 11.00 – 15.00 verður alt møguligt gott føroyskt, heimagjørt, burðardygt, ræst, fekst, sylta og mangt annað til sølu í neystunum heima á keiini, saman við barnatiltøkum og filmi, sum verður vístur í kunningarstovuni. Lokalir tónleikarir spæla frá kl. 13.00 í teltinum. Skrá: Kl. 9.00 - 15.00 Matvørubúðin er opin Kl. 11.00 – 15.00...

Oyggjardagur 12. juni er avlýstur men…

Oyggjardagurin sum skuldi vera í Nólsoy leygardagin 12. juni er avlýstur, men... Øll, sum hava hug og tíma at binda, eru vælkomin at verða við til hetta stuttliga og spennandi tiltakið, ið verður leygardagin 12. juni 2021. Tit skula bara møta upp uttanfyri Kunningarstovuna/Visit Nólsoy kl. 13.00. Alt fyrigongur uttandura. Tit hava stokkarnar við og ganga runt í bygdini og binda. Tit bestemma...

Ternuna aftur nú!

Kanska er hetta ikki rætta forum, at leggja lesarabrøv út á. Men tað er givið at, um oynni skal vera lív laga, bæði tá hugsa verður um vanliga vinnu, ferðavinnu og dagligan trivnað, má okkurt munagott henda innan alt dettur niðurfyri. Manglandi visión í SSL-leiðsluni og vána telving millum politikkarar! Ja, orsaka! Tað er ljótt at siga, at tað manglar visión í...

“Closed for Maintenance” fyri føroyingar

Hóast korona hevur havt við sær, at flest øll tiltøk verða avlýst, serliga innan ferðavinnuna, heldur Visit Faroe Islands fast í ætlanini um at skipa fyri væl umtókta átakinum “Closed for Maintenance”, hesaferð fyri føroyingar burturav. Átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism”, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið, varð hildið á fyrsta sinni...

Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu

Hjartaliga vælkomin á okkara nýggju heimasíðu. Her finnur tú stórt sæð alt sum er at vita um Nólsoy. Tað verið seg bæði í søgu og mentan. Fortíð sum nútíð. Tað er visitnólsoy sum umsitur hesa síðuna sum er ætlað øllum, ið hava áhuga í at vitja í oynni. Síðan er á føroyskum og enskum máli. Janus á Húsagarði hevur teknað skemtiligu tekningina vit...

Heilsumiðstøð í Missiónshúsinum

Eftir ætlan letur Heilsumiðstøð upp í Missiónshúsinum einaferð í mai í ár. Kommunan hevur sókt eftir fólki at taka sær av virkseminum í húsinum, at byrja 1 mai. Meiningin er at vanligar heilsukanningar verða framdar s.s. blóðroyndir, blóðtrýst, blóðsukur, seymað smásár o.s.fr. Eisini er ætlanin at fysioterpeutur leggur leiðina javnan framvið.        

X